We’ve updated our Terms of Use to reflect our new entity name and address. You can review the changes here.
We’ve updated our Terms of Use. You can review the changes here.

Heljareyga

by Heljareyga

/
  • Streaming + Download

    Includes unlimited streaming via the free Bandcamp app, plus high-quality download in MP3, FLAC and more.

      42 DKK  or more

     

1.
Regnið 09:00
Ódn og náttin svørt, ið ravnin við sær hevur ført Svarta flog, ið ber mær boð at fylgja við Við á eina ferð í aðra verð, tí nú at ódn og ilsku ber Illgongd leið at bróta eið og allan frið Einsamallur út í Regnið Vindin Myrkrið Frammanfyri Bergið Brimið Stormin Ravnur vindi reið Tíð mín vinur ver og meg um ár og aldur ber Burtur frá um ægin blá og norðanvind Leiðin liggur út har lagnan lær og garmar goyggja eftir mær Ódnarljóð har stormur stóð um fjallatind Vindi reið eitt ravnaflog Bar við sær tey sorgarboð Og eina myrkursgerð Boðar bráa burturferð Ta longu vøkunátt Veingir tóna toruslátt At royna sáttargerð Kanska bøtur einaferð
2.
Heljareyga 10:12
Mín dýrmæta tið Hvar fer hon og hví Droymandi mong og long ein løta leið Tann áin, ið rann Har jarðklettin fann Máaði burtur túsund ára skeið Undir aldarjørð Hugahellan hørð Sum við Beinisvørð Mín hugur hellan var Barda bergið frítt Brýtur brimið hvítt Tekur tíðin sítt Eitt heljareyga sær Stjørnur standa hátt Eina øld uttan egna megi og mátt Øll ókomin ár Hvørt farið eitt vár Upphavs og enda gáta gerst mar greið Um hvarv hvørvisjón Og sveik meg øll vón Hugurin sær í heljareygað seig Undir aldarjørð Hugahellan hørð Sum við Beinisvørð Mín hugur hellan var Barda bergið frítt Brýtur brimið hvítt Tekur tíðin sítt Eitt heljareyga sær Stjørnur falla brátt Og í kvøld stígur lagnan um mína gátt
3.
Lagnan 08:56
Onki er so balt At tað verur ikki alt Nú nærkast ein vetrarbreyt Lagnan tilverunnar treyt Tá Nornir kalt Hava dagar allar talt Tó endaleys ævin er Náðileyst at enda ber Dagarnir flúgvandi fara Fornøld eftir øld Eydnan man fløða og fjara Mannalagnan køld Vónloysi laðar ein varða Fækkast daga fjøld Dagarnir flúgvandi fara Mannalagnan køld Væna hjá mar ver Til at hvíldarkvøldi ber Og veturin kaldur kom Ástin tilverunnar trom Tó frystir enn Heitur eldur hjá mær brenn Tá kavin har kaldur lá Hitar blíða eygnabrá Myrknandi ókomin ár Tigandi fellir eitt tár Ástina fornminnið fjalir Tigandi tónleikatralur Tikin av kaldari tøgn Stíg inn í søgu og søgn Brenn sum ein Nykbrandur hátt Í lofthavið dottin á veturnátt
4.
Feigdin 08:43
Logar bragdareldurin innast í míni sál Mær í bukandi bringu brennur eitt bál Og mín trá stendur á tann hetjunnar sal Kendi ongantíð at eg hevði eitt val So líkasæl stjørnufjøldin ørandi fjar Alla tíð Kappin kaldur alheimin sær Yvir heimin hann kastar kaldastu tøgn Berið skjótt at tí skamm er ævinnar søgn Eitt stjørnuskøt, náttarlot, eru til bert eitt bil Ein feigdarferð Er mín í hesu verð At váðaloga leiðin ber Har hvør ein feigur fer Til ongin eftir er Vekir meg í nátt hvassa norðanvindanna kall Tá mín stjørna av náttarhimninum fall Brøttum bergi eg stóð og stardi útav Sá eitt veingjaflog hvørva norður í hav Tey tykjast forðandi frammanfyri mar fjøll Standa eftir tá ævin loksins er øll Er tá eingin at ganga við mína lið Hvat er eftir tá alt er farið framvið Fánað fornminnis mynd Neyvan upp á navnfrægdar tind Og nú setandi sólin lækkar Søkk í gloymskunnar hav Kaldur undir ísandi kav Eingin veit hvar ið feigur flakkar Alt í kaldari tøgn Eftir standa søga og søgn Um tann dag tá ein drongur dapur Gekk tey lúgvandi fjøll Heim í Heidna Hetjunnar høll Vágan vinnur, og vágan tapir
5.
Eitt vesalavætti í vónloysi gekk her á jørð Regnið var kalt og stigini tung Armur drap hovur í tøgn Tá stakkalastjørnan sást bleiktra á hválvinum hvít Náttin var kvirr og landið var myrkt Armur lyft andlit títt upp Tá vón er úr eygsjón Lagnur liggja eftir á Okkum ævinleikin fá Náttarhimin hylir mína trá Lagnur liggja eftir á Vetrarbreytin yvir agin blá Okkum avinleikin fá Náttarhimin hylir mína trá Lagnur liggja eftir á Vetrarbreytin blá Stjørnufjøldin tíðarbrandi brá Mannafjøldin fá Stjørnufjøldin tíðarbrandi brá Gravartøgnin grá At avnokta gud tað fall mær í lut Av summum var sagt at betur var tagt Hildið tátt um tílíka tign, so lemjandi ein lygn Tortrúgvin og vísindin vá Um úti er kalt og málið er fjalt Á myrkari nátt at falla í fátt Missa vón er ikki eitt val, ið kemur uppá tal Fornhetjan, ið brandinum brá

credits

released January 1, 2010

Music & Lyrics: Heri Joensen
Vocals & Guitar: Heri Joensen
Guitars: Ken Johannesen
Guitars: John Ivar Venned
Bass: Ísak Petersen
Drums: Amon Djurhuus

Recorded, mixed & Mastered: Kristian Kohle and Kai Stahlenberg at Kohlekeller Studio, Jugenheim, Germany

Cover artwork and layout: Jan Yrlund

Photography: Kristfríð Tyril

license

all rights reserved

tags

about

Heljareyga Faroe Islands

Heavy Metal band from the Faroe Islands. One album, released in 2010.

contact / help

Contact Heljareyga

Streaming and
Download help

Report this album or account

If you like Heljareyga, you may also like: